Sorg yvir avgerð       

Hava neirlutin í Føroyska Løgtinginum onga andaliga ábyrd fyri avgerðir teirra?

Eg takki Guði fyri, at hann hoyrir bøn, og aldri letur børn síni villast í oyðimørkini, men altíð leiðir tey til hvíldar vøtn hjá sær!

Vóru Føroya Løgtingslimir einans klárir yvir, hvørjar dæmoniskar kreftir ið nú eru ápnaðir fyri, eftir at lóggávan í Føroyum gevur atgongd fyri homosexuellum (LGBT) at verða par, so hevði ein meirluti neyvan tikið hesa støðu, ið tey í dag hava tikið.

Tað er ein stórur sorganar dagur fyri alt Føroya land, um eisini danska fólkatingið viðtekur hesa lóguna, tí so er ápnað dyrnar fyri at allar kreftir úr myrkursins djúpi, kan invadera landi, og eingin kan gera nakað sum helst hervið, tí lóggávan gevur teimum fría atgongd.

Vóru tað bert fleiri, sum høvdu andalitt skyl, so tey evnaðu at síggja tey andaliga konsekvensini av teirra avgerðum, tí kjøtsins gerðir hava altíð verið í stríð við Guðs sannleika í Kristus Jesus - Harra og Frelsara okkara, og at fylgja kjøtið, hevur aldri havt nakað gott við sær!

Eg tali ikki ímóti teimum, sum í dag gleðast yvir at hava vunnið rættindi, sum tey higartil ikki hava havt, eg tali um syndina, sum fylgir við tí homosexuella livimátanum, og sum Guðs orð so klárt talar dóm yvir, og hvar hægsta ráð í Føroyum higartil hevur givið atgongd til, alla tað andaliga dálkingina, sum hetta vil viðføra.
(Paulus'ar bræv til Róm, kapitul 1, øðrindi 18-32.)

Má Guð døma tykkum rættvíst, taka sær av tí víðari lógar viðgreiðsluni í tí Danska Fólkatingi, og vera Føroya land náðigur!
Tykkum tørvast náði frá Guði, og til øll trúgvandi sigi eg, biði fyri land og fólk tykkara, fevni tey við kærleika, dømi tey ikki, lat Guð døma syndina i kjøtinum.

Má Harrin eisini vera øllum tykkum sum hoyra til (LGBT) fólkið náðigur, saman við øllum teimum sum taka undir við tykkum, og hjálpa tykkum inn á sannleiks veg sín, so tit evna at skylja kjøt frá anda, og lata kjøtið doyggja, tí soleiðis gagnast tað okkum øllum best, í trúnni á Harran Jesus.
Eingin kann tæna tveir harrar, hann vil æntin elska tann eina, og fornogta hin, tí tað er ikkki møguligt fyri nakran at hava tveir harrar!

Hans Pauli Sundstein.